Goymsla til vinnuna

Okkara goymsluhølir á Hjalla eru sera vælegnaði til vinnuna. Goymslan hjá okkum er uppbygd í einstøk rúm, ið bert tú hevur atgongd til. Rúmini finnast í nógvum ymiskum støddum, ið hóska til ein og hvønn tørv. Tískil kanst tú trygt og lætt leiga tær eitt rúm til goymslu, ið júst hóskar til tín tørv.

Við framkomnu lásaskipan okkara hevur tú atgongd til títt goymslurúm allan dagin, hvønn dag, og tú kanst velja at fáa tínar vørur latnar beinleiðis til goymslurúmið, við at geva tínum veitara atgongd til títt rúm við elektroniskum lykli.

Okkara goymslurúm eru tískil júst tann rætta loysnin til flestu vinnur, ið hava tørv á eyka goymsluplássi.

Skjótt og lætt at koma til

Við staðseting á Hjalla liggur goymsla okkara júst á rætta stað við stuttari koyrifrástøðu hjá teimum flestu. Annaðhvørt tú ert staðsettur í Havn, ella um tú arbeiðir norðanfyri, so er altíð skjótt at koma til goymslu tína, um tú manglar okkurt.

Tú hevur atgongd til goymslu tína hvønn dag í tíðarskeiðnum frá kl 6:30 til kl 22, og tískil kanst tú altíð fáa hendur á vørum ella amboðum, tá ið tú hevur brúk fyri hesum.

Við góðum atkomuviðurskiftum og við vognum, so er lætt hjá tær at flyta tíni ting út og inn í goymslurúmið.

Broytiligar støddir til broytiligan tørv

Ert tú í iva um, hvussu nógvum goymsluplássi tú hevur brúk fyri? Hjá okkum hava vit nógvar støddir av rúmum, og er tað lætt at finna eina stødd, ið passar til tín tørv.

Um virksemi broytist, og harvið tørvurin, so er lætt at skifta til aðra stødd av goymslu, sum passar til broytta tørvin. Tú setur teg í samband við okkum, og vit hjálpa tær at finna annað rúm. Eisini um tú í eitt styttri tíðarskeið hevur brúk fyri eyka plássi í sambandi við einstøk átøk, so kunnu vit stutttíðarleiða tær eitt eyka goymslurúm.

Hjá okkum eru ongar langar uppsagnartíðir, og tískil er lætt og ómakaðleyst at flyta ímillum støddir av goymslurúmum.

Vit viðmæla at skipa goymslurúmini væl við eitt nú hyllum. Um tørvur er á hesum, so kunnu hesar hyllar keypast á heimasíðu okkara, tá ið tú leigar rúm.

Trygdin er í hásæti

Við goymslurúmum hjá okkum ert tú í tryggum hondum. Øll okkara goymslurúm eru afturlatin rúm, og vera læst við elektroniskum lykli, so bert tú hevur atgongd. Vit hava vakmyndatól og tjóvalarm í bygninginum. Harafturat er rørsluvarnari í øllum goymslurúmum, og tú fært beinleiðis boð á telefon tína, um rørsla er í tínum rúmi.

Goymslan er hitastýrd, og við góðum ventilatiónsanleggið er luftskifti av bestu góðsku.

Fá vøruna beinleiðis á goymsluna

Hjá okkum er møguleiki at fáa vøruna útflýggjaða beinleiðis á goymsluna.

Við at deila ein einnýtislykil við veitaran, kann veitarin læsa seg inn í goymslu tína við serligum lykli, og harvið veita vøruna beint á tína goymslu. Hetta merkir, at tær nýtist ikki at vera til staðar, tá ið vøran verður útflýggjað.

Eru tit fleiri sum nýta amboðini?

Nógvar smærri handverkarafyritøkur hava amboð, ið fleiri starvsfólk skiftast um at nýta.

Við einum goymslurúmið hjá okkum, kunnu tit goyma amboðini trygt og gott í skipaðum viðurskiftum. Við framkomnu lásaskipan okkara, so kunnu tit vera fleiri, sum hava lykil til rúmið. Hetta ger, at felagsamboðini ikki nýtast at liggja í einum bili og órudda, men kunnu varðveitast á skipaðan hátt í goymsluni. So kann hvørt starvsfólk fara inn eftir teimum, tá ið tey hava tørv á tí.