Hvussu geri eg?

Hvussu bóki eg mær eina eind?

  • Tú bókar eina eind við at trýsa á leinkjuna "Bóka tína eind".
  • Inni á síðuni skalt tú fyrst skráseta teg við navni, bústaði, telduposti og telefonnummarið.
  • Tú kanst hereftir vejla tær hvat slag av goymslurúmið tú ynskir. Tú fært sjálvvirkandi tilluta eitt goymslurúm úr úrvalinum innan goymsluslagið tú hevur valt.
  • Tá ið tú hevur valt eind, skal tú velja innflytingardag.
  • Tú sært nú tín sáttmála, og skal undirskriva hann niðast í sáttmálanum.
  • Áset kortupplýsingar og bílegg.

Hvussu sleppi eg inn?

  • Tá ið tú hevur bílagt, seta vit okkum í samband við teg, og avtala nær vit hittast.
  • Fyrstu ferð tú bóka goymslu hjá okkum, er tað av týdningi at tit føla tykkum trygg. Tískil er tað ein fyritreyt at vit hittast á staðnum, og vit útflýggja talgilda lyklin, eftir at hava sæð samleikaprógv fyri at tú ert leigarin sum hevur bílagt.
  • Vit vísa runt á goymsluni og tit fáa høvi at seta møguligar spurningar
  • Á innflytingardegnum móttekur tú eini SMS-boð við eini leinkju og kotu til lykla-appina "Smart Entry", ið er tín talgildi lykil

Hvussu nýti eg virðiskotuna

Tá ið tú bíleggur og ert komin til síðuna har tú skal undirskriva leiguavtaluna, so er ein teigur í útgreiningini av rokningini (omanfyri sáttmálan á tlf, og til høgru fyri sáttmálan á teldu). Skriva átakskotuna í her við smáum bókstavum.

Hvussu skilji eg kostnaðin á rokningini

Tá ið tú bíleggur verður rokningin samansett av trimum gjøldum:

  • Depositum. Hetta verður endurrinda tá ið flutt verður út aftur.
  • Lutfallslig leiga: Leiga fyri inniverandi mánaða í lutfallinum fyri hvussu nógvar dagar tú leigar.
  • Leiga fyri fyrsta fulla mánaða.

Hvussu leingi bindi eg meg / Uppsagnartíð

Tú kanst altíð uppsiga leigumálið við at skriva til okkara. Leigumálið kann uppsigast til endan av hvørjum mánaða. Seinasta freist at uppsiga er tann 14. í sama mánaða.

Kann eg velja mær eina ávísa eind?

Tá ið tú bíleggur, kanst tú velja slag av eind, men ikki velja ein nummar. Eindarsløgini eru tó býtt upp soleðis, at tað er frámerk um eindarslagið er á veghædd. Um onki frámerki er um hetta, so er eindin á ovaru hædd. Sjálvandi er lyfta millum hæddirnar.

Um tú hevur ivamál um hetta, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Nær er goymslan opin?

Goymslan er sjálvvirkin, og hetta merkir, at bert tey sum leiga sleppa sjálvi inn við lykli. Tú ert tó altíð vælkomin at koma á gátt, men neyðugt er at tú setur teg í samband við okkum frammanundan, tí vit ikki altíð hava starvsfólk á staðnum. Tú kanst ringja til okkara gerandisdagar 10-16 ella skriva til okkara á teldupost ella umvegis sosialu miðlarnar. Vit taka gleðiliga ímóti og vísa tær møguleikarnar.

Goymslan er opin allar dagar av árinum fyri tey ið leiga goymslurúm.

Yvirlit yvir goymsluna

Veghæddina kalla vit 1. hædd . Tað er í hesi hæddini at inngongdin til goymsluna er. Á somu hædd finnur úr rúm 101 til 138. Vegleiðing hongur umkring í goymsluni, so tú lætt kanst finna títt rúm.

Á veghæddini finnur tú eisini eina lyft ið leiður teg til 2. hædd. Lyftin er stór og rúmlig, og kann lasta upptil 1.000kg.

Á 2. hædd finnur tú rúm 201-280

Vit miða eftir at tað altíð eru vognar tøkir við inngongdina og á 2. hædd, soleiðis at tað er lætt hjá tær at flyta góðsi frá bilinum og heilt inn í títt rúm.

1. Hædd

2. Hædd