Viðskiftatreytir

Leigutreytir

  1. Leiguavtalan
    1.1 Við hesi avtalu fær Kundin rætt til, í leigutíðini, at goyma vøru í einum ávístum goymslurúmi.
    1.2 Leiga av goymslurúminum og goymslan fer fram eftir teimum treytum, sum framganga av leigusáttmálanum og viðskiftatreytunum. Kundin kann velja at hava goymdu lutirnar umfataðar í tryggingardekninginum hjá Goymsla.fo, í so fall verða tryggingartreytir hjá Goymsla.fo galdandi, sí meira undir punkt 7., og í Ískoytinum til sáttmálan: "Yvirlit yvir okkara tryggingardekning". Vit viðmæla, at Viðskiftatreytirnar verða lisnar gjølla ígjøgnum, áðrenn avtalan verður undirskrivað, og útleigari ger vart við, at tað er ein fyritreyt fyri leiguavtaluna, at viðskiftatreytirnar verða góðkendar.

  2. Góðsi
    2.1 Tað er bert loyvt at goyma (turt) stykkjagóðs í goymslurúminum. Kundin hevur ikki brúksrætt til nakran part av ognini uttanfyri goymslurúmið.
    2.2 Tað er ikki loyvt at goyma eksplosivt, eldfimt- ella umhvørvisskaðiligt, ella á nakran annan hátt skaðiligt góðs í goymslurúminum, herundir battaríir og brennievni. Maskin skulu tømast fyri brennievni áðrenn tey verða koyrd á goymsluna, og somuleiðis skulu køli- og frystiskáp vera tømd fyri vætu, og verða forsvarligt innpakkaði, so tey ikki gera skaða á aðrar lutir.
    2.3 Tað er ikki loyvt at goyma nakað slag av matvørum, plantum, illaluktandi ella annað lívrunnið tilfar í goymsluni. Tað er heldur ikki loyvt at hava djór ella aðrar livand verður í goymsluni.
    2.4 Goymsla.fo tekur onga ábyrgd fyri tí goymda góðsinum, herundir í mun til eftirlit, yvirvaking og líknandi. Goymsla.fo tekur heldur onga ábyrgd fyri skaðar á ella tap av tí goymda góðsinum.

  3. Nýtsla av goymslurúminum
    3.1 Kundin má bert nýta goymslurúmið til goymslu av góðsi. Kundin skal halda skil á og fara væl um tað leigaða goymslurúmið. Kundin er ikki heimilaður at gera nakrar broytingar í goymslurúminum.
    3.2 Um tað kemur skaði á goymslurúmið, kann Kundin ábyrgdast fyri hesum, um tað kann prógvast.
    3.3 Kundin hevur ábyrgd at rudda goymslurúmið og reingerða hetta tá avtalan endar. Um Kundin ikki í seinasta lagi kl. 12:00 á fráflytingardegnum hevur uppfylt hesa skyldu, er Goymsla.fo heimilað at tøma og reingerða goymslurúmið fyri Kundans rokning. Kundin verður skyldugur at gjalda útreiðslur í sambandi við hetta, tó í minsta lagi kr. 300.-.

  4. Atgongd
    4.1 Atgongd til hølini og einstøku goymslurúmini hjá Goymlsa.fo verður handfarið við elektroniskum lyklum. Útleigari kann ikki gerast endurgjaldsskyldugur fyri tap sum fylgi av feilum í hurðum og øðrum tekniskum anleggum.
    4.2 Kundin fær lykilin við einari app til snildfonina. Kundin skal tryggja, at lykilin verður goymdur á tryggan hátt. Um Kundin fær illgruna um, at lykilin er komin í hendurnar á óviðkomandi, skal hetta beinavegin fráboðast til goymsla.fo.
    4.3 Um fleiri persónar skulu hava atgongd, verður hvør persónur útgjørdur við einum serligum lykli, sum kundin er høvuðsábyrgdari av.
    4.4 Hvørt goymslurúm verður læst av Kundanum. Goymsla.fo hevur ikki lykiltil einstøku rúmini.
    4.5 Kundin hevur atgongd til goymslurúmið í teimum til einhvørja tíð galdandi upplatingartíðum ella eftir serligari avtalu við Goymsa.fo. Goymsla.fo er heimilað at krevja serstaka gjalding fyri víðkaða atgongd til goymslurúmið.
    4.6 Goymsla.fo hevur rætt til at skaffa sær atgongd til goymslurúmið í førum av umvæling ella eftirlit við ognini ella við illgruna um skaða ella oyðilegging. Goymsla.fo hevur eisini rætt til at skaffa sær atgongd til goymslurúmið við hesi avtalu enda við atliti til at rudda goymslurúmið.
    4.7 Tað áliggur leigaranum at gera seg lidnan í goymsluni áðrenn goymslan steingir. Tá ið goymslan stongin verða hurðar sjálvvirkandi læstar og alarmurin tilkoblaður.

  5. Leigugjaldið
    5.1 Leigan verður at rinda mánaðarliga forút hvønn 1. í mánaðinum. Við seinkaðari gjalding, verður álagt rykkjaragjald á 100kr fyri hvønn rykkjara.
    5.2 Um goldið verður ov seint, so verður atgongdin til tað leigaða stongd, um ikki gjalding er framd innan 5 dagar eftir gjaldsfreistina.
    5.3 Um goldið verður ov seint, hevur útleigari rætt at áleggja rentur.
    5.4 Gjalding fer fram við gjaldskortið á heimasíðuni, um ikki annað er avtalað frammanundan. Í sambandi við fyrsta gjald, verður gjaldskort kundans tilmelda sjálvvirkandi gjalding hvønn mánaða. Kundin kann til einhvørja tíð broyta gjaldskort.
    5.5 Tað er álagt kundanum at tryggja at gjaldsupplýsingarnir eru dagførdir, so kundin ikki kemur í eftirstøðu.
    5.6 Tann til einhvørja tíð galdandi leiga verður regulerað árliga samsvarandi við prosentvísu hækkanina í brúkaraprístalinum síðan seinastu regulering, tó í minsta lagi 3%. Umframt ta árliga reguleringina av leiguni, er útleigari heimilaður at broyta leiguna um hetta verður fráboðað skrivliga við 30 daga varningi.

  6. Iðranarrættur
    6.1 Tú kanst gera brúk av iðranarrættinum fram til tann dagin, tá tú fært rúmið til taks, tí tú frá hesum tíðspunkti verður mett at hava tikið tað leigaða í brúk.
    6.2 Við undirskrivan av leigusáttmálanum gevur tú beinleiðis samtykki til og viðurkennir, at Iðranarrætturin fellur burtur tann dag, tá tú fært tað leigaða til taks.
    6.3 Tú hevur rætt til at ógilda leiguavtaluna grundgeving seinast dagin áðrenn sáttmálans byrjan. Fyri at nýta iðranarrættin skalt tú senda okkum eina fráboðan um hettaá teldupost goymsla@goymsla.fo

  7. Endurrindan
    7.1 Um Kundin nýtur iðranarrættin eftir §3 verður peningurin endurrindaður í seinasta lagi 14 dagar eftir at fráboðanin er móttikin.

  8. Uppsøgn
    8.1 Leiguavtalan kann uppsigast fram til tann 14. í mánaðinum fyri. Hetta skal gerast skrivliga við at senda teldupost til goymsla@goymsla.fo Leigutíðarskeiðini fylgja altíð kalendaramánaðunum. Tað verður ikki veitt endurgjald, um Kundi velur at flyta út í uppsagnartíðini. Um flutt verður út innan 30 dagar frá byrjanini av leigumálinum, so verður ikki latið lutvíst endurgjaldav fyrstu mánaðarleiguni.
    8.2 Goymsla.fo kann uppsiga leigumálið við 1 mánaða freist til tann fyrsta í einum mánaða.

  9. Aðrar reglur
    9.1 Tað er ikki loyvt at blokkerað hurðar ella gera annað fyri at halda hurðunum opnum. Tað áliggur leigaranum at tryggja at úthurðin er afturlatin tá ið hann fer frá ognini
    9.2 Kundin er endurgjaldsskyldugur yvirfyri 3.manni, um goymsla av lutum í leigumálinum ger skaða á lutir, sum onnur hava í goymslu í nærliggjandi goymslurúmum. Kundin er endurgjaldsskyldugur yvirfyri útleigara, um goymsla av lutum ger skaða á ogn útleigarans.

  10. Yvirtøka og broytingar
    10.1 Tað leigaða verður yvirtikið í tí standi sum Kundin hevur sæð tað við yvirtøku uttan manglar, tó at tað ikki er nýístandgjørt við innflytan.
    10.2 Tað er ikki loyvt at taka djór við inn á goymsluna.
    10.3 Um Kundin vísur larmandi ella hóttandi atburð, ella á aðrar mátar er til ampa fyri aðrar leigarar ella starvsfólk, hevur útleigari heimild at burturvísa leigaran frá ognini.
    10.4 Tað er ikki loyvt at fjerna transportvognar frá ognini. Burturbeinan av transportvogning og øðrum lutum frá ognini verður mett sum stuldur, og verður melda til løgregluna.
    10.5 Innbúgv, vørur ella aðrir lutir, herundir skrell, sum stendur í tí leigaða eftir at Kundin er fluttur út, verður burturbeint fyri leigarans rokning. Lutir verða burturbeindir uttan ávaring eftir 14 dagar.
    10.6 Av brunaorsøkum, er tað stranglia bannað at lata lutir standa í gongsarealum, durði ella utanndurða á ognini.
    10.7 Kundin hevur ikki loyvi til at framleiga, ella víðariføra, leigumálið til annan leigara.
    10.8 Kundin gevur við hesi avtalu útleigara óavmarkaða sølufulltrúð til at selja allar lutir sum kunnu vera í omanfyri nevnda leigumáli. Útleigari fær ágóðan av inntøkunum til at dekka eitthvør krav, sum útleigari hevur móti leigara , óðansæð hvussu hetta krav er íkomið. Tað er ein fyritreyt fyri at Útleigari kann nýta hesa sølufulltrúð, at ásetta gjaldsfreistin er runnin, og at útleigari hereftir við minst 3 vikur varningi hevur givið boð um, at leigarans lutir verða seldir, um ikki skyldug leiga verður goldin.
    10.9 Adressubroytingar og broytingar í telefonnummari, telduposti o.a. skal beinanvegin boðast frá til útleigara. Boð sum útleiðari sendur til leigara, til seinast upplýstu adressu, eru bindandi fyri leigara.

  11. Trygging og ábyrgd
    11.1 Tað er álagt útleigara at hava bygnningin tryggjaðan.
    11.2 Goymsla í tí leigaða er fyri kundans rokning og risiko. Útleigari kann ikki ábyrgdast fyri tap hjá kundanum um lutir fáa skaða við brand, tjóðarí, skaðadjórsálop, vatnskaðar herverk v.m.
    11.3 Kundin hevur skyldu til, í tann mun hann sjálvur metur tað neygugt, at tekna neygugu tryggingar av goymdu lutunum. Allar tryggingar av goymdu lutunum í goymslurúminum skul uteknast og gjaldast av leigara sjávum.