Hjá okkum er pláss fyri øllum, ið tú hevur tørv á at goyma

Goymsla til húski

Hjá flestu okkara henda nógvar broytingar igøgnum lívið, og orsøkirnar til at tørvur gerst á goysmluplássi kunnu vera nógvar. Hevur tú tørv á stutttíðarleigu í sambandi við flyting, ella hevur tú tørv á at tøma gestakamarið? Ja, so er skjótt og einfalt at leiga eitt goymslurúm hjá okkum frá degi til dags. Og broytist tørvurin, so er ómakaðleyst at skifta til eitt størri ella minni goymslurúm.

Goymslurúm til alt tað tú fegin vil varðveita

Smærru goymslurúmini eru sera vælegnaði til tey tingini, sum vit bert skulu nýta inn ímillum. Tá ið árstíðir skifta, til høgtíðir, ella tingini, sum bara mugu goymast, og ikki koyrast burtur.

Og tá er tað ein góð kensla, at tingini kunnu goymast í putlirúminum, og tískil ikki nýtast at fylla gestakamarið har heima.

Í putlirúminum er upplagt at goyma kuffert o.a., og at nýta summarhálvuna til vetrardekkini, sleturnar, jólapyntið osf.

Skulu tit mála stovuna? So lat okkum goyma møblarnar ímeðan tit umbyggja.

At byggja um har heima hevur oftast við sær, at rúmini skulu tømast fyri møblum og øðrum innbúgvi í eitt tíðarskeið meðan arbeiðið stendur á. Tað ber sjálvandi til at stúva alt inn í barnakømrini ella í gestakamarið. Men um arbeiðið er í gongd í longri tíðarskeið, so kann gott vera ringt at fáa gerandisdagin at hanga saman.

Leigar tú ístaðin eitt goymslurúm frá okkum til at varðveita tingini í, ímeðan umbyggingin fer fram, so sleppa tit undan óruddi og flytikassum, og gerandisdagurin gerst nógv lættari.

Fyrimunurin við at leiga goymslurúm heldur enn at goyma innbúgvið í eitt nú einari bingju er, at í goymslurúminum er heitt og turt. Eisini er alt innandurða, um tú eitt nú skal eftir onkrum í rúminum, og hevur brúk fyri at taka ymiskt út fyri at sleppa framat.

Skulu tit flyta?

Flestu okkara flyta bústað fleiri ferðir ígjøgnum lívið.

Hjá summum er tørvur á at hava alt innbúgvið í goymslu í eitt tíðarskeið, ímeðan vit flyta frá einum bústaði til annan. Hjá øðrum kann talan vera um at tvey flyta saman, og tí er tørvur á at nøkur ting vera løgd til síðis eina løtu. Og umvent, um vit flyta frá hvørjum øðrum, so kann koma fyri, at ikki er pláss fyri øllum tingunum í nýggja bústaðnum.

Eitt goymslurúm kann hjálpa í øllum hesum støðum, sama um talan bert er um ein mánaða ella um longri tíðarskeið. Á hendan hátt kanst tú hugsavna teg um broytingarnar í lívinum, uttan at stúra fyri hvat tú skal gera við ting tíni.

Tá ið húsini verða ov stór

Tá ið børnini eru vaksin, og vit sita einsamøll eftir í stóru húsunum, so droyma fleiri okkara um at flyta í okkurt minni at búgva í.

Tá ið vit skulu flyta í minni bústað, so eru tað nógv okkara sum hava sera nógv ting, sum vit hava keypt ella goymt gjøgnum lívið. Ting, sum skapa minnir um eitt ríkt lív. Av somu orsøk kann tað vera torført at skula koyra hesi ting burtur. Tað kann vera ein long og drúgv tilgongd, áðrenn man gerst klárur at siga farvæl til øll minnini, sum ikki skulu við víðari á vegnum. Leigar tú eitt goymslurúm til øll tingini, sum tú ikki hevur pláss til at taka við tær í tín nýggja bústað, so kanst tú taka tær góðar stundir til at rudda og skilja burt, so hvørt tú følir teg kláran til tess.

Á hendan hátt kanst tú innrætta teg í nýggja heiminum, og gera pláss til øll tey minnir, ið tú ynskir at taka við tær. Goymslurúmið verður ein dýrgripur, og so hvørt tú tømur út, kanst tú minka um støddina á goymslurúminum.

Skalt tú út á lívsins ferð?

Nógv okkara droyma um at ferðast burtur í onnur lond, og summi okkara ynskja at verða burturstødd í longri tíðarskeið. Onnur leita sær uttanlands at arbeiða og taka møguliga alt húskið við.

Ert tú á veg út í tí stóru verð, og hevur gjørt av at selja ella leiga húsini út? So er tað sum oftast fleiri ting av serligum týdningi, sum tú fegin ynskir at goyma, ímeðan tú ert burtur. Tú kanst trygt goyma hesi ting í okkara goymslurúmum ímeðan tú ert uttanlanda. Og tað er skjótt at heinta tey aftur, tá ið komið verður heimaftur.