Hvussu tryggja vit best goymslu tína?

Títt álit á okkum hevur alt at siga. Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at tú kanst føla teg 100% tryggan við at hava ting tíni í okkara goymslueindum. Tískil hava vit tikið øll neyðug stig, fyri at trygdin er í hásæti. Vit hava tjórðvaríalarm og vakmyndatól bæði inni og úti, ið halda eyga við trygdini 24 tímar um døgni. Bæði høvuðsinngongd og allar eindir eru læstar við elektroniskum lykli, ið tryggjar, at bert tú hevur atgongd til tína eind. Allar eindirnar hava eisini rørsluvarnara innbygdan, og tú fært beinleiðis boð um okkurt rør seg í tíni eind.

Einans tú hevur atgongd til títt rúm

Allar okkara goymslueindir eru gjørdar úr føstum stálveggum við stálhurðum, so ongin sær inn í tína goymslueind. Tá ið tú leigar frá okkum, fært tú ein elektroniskan lykil, ið tryggjar at tað bert er tú ið hevur atgongd til títt rúm. Lykilin verður stýrdur umveigis okkara Goymsla.fo-app, har tú hevur møguleika at bjóða tínum nærmastu atgongd tilgoymslurúmið í styttri ella longri tíðarskeið.

Heitt og fjálgt

Goymsla okkara liggur í bjálvaðum bygningi, og hiti og luftskifti verða stýrd við okkara ventilatión. Vit hava hitafølarar í goymsluni, og miða eftir at tryggja ein støðugt hitalag og gott luftskifti, soleiðis at tínir lutir altíð liggja heitt og fjált, og ikki tað skaða av fugti ella fara at lugta av kjallara. Vit miða eftir at goymslan altíð er rein og ruddiligt, so tú kanst kenna teg vælkomnan og tryggan hjá okkum.

Atgongd til goymsluna alt árið

Hjá okkum gera vit tað einfalt og sjálvvirkið. Tá ið tú hevur leiga eina eind frá okkum, so hevur tú atgongd til tína goymslu alt árið runt. Vit hava opið frá morni til myrkurs allar dagar...eisini í vikuskiftinum.

Tað er sera ómakaleyst hjá tær at av- og áskipa í turrum undir tekju okkara, og tú kanst frítt nýta vognar og onnur hjálpatól sum vit hava stilla tøk inni á goymsluni.

Og skuldi tú staði og mangla pakkitilfar, so kanst tú bíleggja hetta á heimasíðu okkara. Alt frá flytikassum til bobluplast... so er bara at pakka og stápla.

Noké smart entry

Lásaskipan okkara er ein tann mest framkomna innan okkara vinnu. Lásaskipanin verðurstýrd elektroniskt via eini app á telefonini, og lyklarnir verða eindurnýggjaðir eina ferð um dagin, soleðis at trygdin er í hásæti. Atgongd verður stýrd av bluetooth, og tískil skal telefonin verða nærendis eindini um hon skal latast upp.

Hevur tú ikki tíð at fara niðan á goymsluna sjálvur, men vil senda onkran fyri teg, so kanst tú snilt sjálv deila tín lykil við tann tú vilt umvegis appina. á Henda hátta slepst eisini undan at tit gloyma lykiln eftir tá ið tit skulu á goymsluna. Deiling av lykli kann ásetast tíðaravmarkað til eitt døgn ella til at vera galdandi í eitt longri tíðaskeið.

Hvat merkir tað?

Hjá Goymsla.fo seta vit trygdina í hásæti.Her sært tú hvat ymiskt teknini týða

  • VentilatiónGoymsla okkara er strýd við ventilatión, ið tryggjar at vit hava støgugan hita og gott luftskifti, so tíni ting eru í góðum hondum, og hvørki koma at lukta av kjallara ella lofti
  • VakmyndatólVit hava vakmyndatól ið yvirvekja døgnið runt bæði uttan- og innandurða.
  • El-stýrd lásaskipanØll goymslan er stýrd við 1.floks Noké lásaskipan.
  • Tjóvaríalarm og roykvarnarskipanVit hava tjóvari alarm ið tryggja at óvikomanid ikki hava atgongd til goymsluna. Eisini hava vit góðkenda roykvarnaraskipan, ið tryggjar at goymslan er so trygg sum gjørligt
  • Langar upplatingartíðirHjá okkum hava vit langar upplatingartíðir, so tú kanst sleppa inn tá ið tú hevur tørv á tí.
  • RørsluvarnariAllar eindir hava innbygdan rørsluvarnara, ið gevur tær beinleiðis boð um økkurt rør seg í tíni eind.